Myndin, sum er tilvildarlig, er av frystilínuskipinum Vesturhavinum, fyrrverandi Kambi. Tað er Háldan Haldansen í Vestmnna, sum eigur skipið, og myndin er av Facebook-vanganum hjá skipinum

Tvey frystilínuskip eru á fjarleiðum

- Seks frystilínuskip eru undir Føroyum, eitt er á Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank, siga tey á Fiskamarknaði Føroya

Myndin, sum er tilvildarlig, er av frystilínuskipinum Vesturhavinum, fyrrverandi Kambi. Tað er Háldan Haldansen í Vestmnna, sum eigur skipið, og myndin er av Facebook-vanganum hjá skipinum

Fyrrapartin hava tey á Fiskamarknaði Føroya gjørt sínar metingar um ráfiskatilfeingið, sum er væntandi í næstu viku.

 

Her verður sagt, at ísfiskalínuskipið, sum plagar at vera úti, í løtuni liggur, men væntandi fer skipið avstað ein av næstu døgunum.

 

Tað eru bert fá eftir av teimum stóru ísfiskalínuskipunum, men vit hava nakrar smærri línubátar - ella stórar útróðrarbátar - við egningarmaskinu.

 

Línuflotin verður í mestan mun rikin við frystilínuskipum, sum eru fleiri í tali, og av hesum eru eisini fleiri til fiskiskap í løtuni. 

 

- Seks frystilínuskip eru í løtuni undir Føroyum, eitt er á Flemish Kap, og eitt er á Grand Bank, sum eisini er á Ný Foundlands-leiðini.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at frystilínuskipini fáa mest av toski og kalva.

 

Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin verður harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur.

 

- Veðrið verður gott ein stóran part av næstu viku, og tí vænta vit, at nakað verður av útróðri.

 

Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at útróðrarbátar hava brúkiligan fiskiskap, og soleiðis hevur eisini verið sagt um útróðurin seinastu tíðina.

 

 

 

Myndin, sum er tilvildarlig, er av frystilínuskipinum Vesturhavinum, fyrrverandi Kambi. Tað er Háldan Haldansen í Vestmnna, sum eigur skipið, og myndin er av Facebook-vanganum hjá skipinum