Tað sigur Zaher al-Wahidi, talsmaður fyri heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas stýrir, við tíðindastovuna AP.
Handanin kemur ein dag eftir, at Ísrael fekk ætlaðu leivdirnar av trimum deyðum gíslum.
Samleikarnir hjá teimum deyðu eru ókendir, og tað er heldur ikki greitt, um teir doyðu í ísraelskum fangaskapi.
Umskiftið er partur av vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og Hamas, sum varð undirskrivað 10. oktober.












