15 missa arbeiðið hjá Atlantsflogi

Í mai fer sáttmálin millum Atlantsflog og SAS úr gildi, og tá missa 15 fólk hjá føroyska flogfelafnum arbeiðið Talan eru flogternur hjá Atlantsflogi, sum hava støð í Danmark. Magni Arge, stjóri í Attlantsflogi, sigur við útvarpið hjká Kringvarpinum, at øll starvsfólkini høvdu fyribilssáttmála við Atlantsflog, sum var knýttur at sáttmálanum við SAS.

Atlantsflog fer helst at hava færri flogfør í rutu, tá sáttmálin við SAS gongur út í mai.

Í løtuni hevur Atlantic Airways sjey flogfør. Trý flogfør hava flogið fyri SAS. Magni Arg sigur við Kringvarpið, at tvey teirra verða helst latin aftur til British Aerospace, haðani tey eru leigað, um ikki aðrar uppgávur verða.