– Vit vilja skapa eitt meiningsfult, samfelagsgagnligt arbeiðstilboð, sum ikki er í kapping við privatu vinnuna, sigur Magni á Deild, stjóri í ALS, sum leigar 3000 fermetrar á Hjalla.
Talan er um bygningin, har handlarnar ”360” og ”Platforma” áður hava hildið til. Fastogn eigur bygningin, sum Arbeiðsloysisskipanin fekk lyklarnar til fríggjadagin. ALS leigar teir 3000 fermetrarnar fyri 500 krónur fermeturin, svarandi til eina árliga húsaleigu á 1,5 millión krónur, umframt meirvirðisgjald.
– Enn er alt so nýtt, men vónandi fáa vit skapað eitt tilboð fyri okkurt um 100 til 150 arbeiðsleys í bygninginum á Hjalla, sigur Magni á Deild.
ALS hevur sett ein bólk at skapa innihaldið í teimum tilboðum, sum nýggja húsið skal bjóða.
– Tilboðini skulu geva meining, og tey skulu vera samfelagsgagnlig, sigur Magni á Deild og vísir á, ALS tilboðini verða gjørd í ávísum samstarvi við Dugna.
Tað verður tí fokus á endurnýtslu og við góðum handverki at fáa meira burtur úr tí, ið annars verður tveitt burtur. Samstundis er ein fortreyt, at arbeiðið ikkið verður í kapping við privatu vinnuna.
Okkurt um helvtin av teimum arbeiðsleysu eru í miðstaðarøkinum, og tí er tað sambært Magna á Deild natúrligt at eitt tílíkt tilboð liggur í høvuðsstaðnum.
Enn hava tey hjá ALS ikki gjørt av, um tilboðið verður sjálvboðið, ella arbeiðsleys fáa møtiskyldu.
– Nei, hartil eru vit ikki komin enn. Vónandi verða tilboðini somikið spennandi, at tey arbeiðsleysu koma av sær sjálvum, men ALS hevur eisini nakrar sanktiónsmøguleikar, um fólk ikki møta upp, sigur Magni á Deild.
Stjórin vísir á, at høvuðsendamálið er at fáa arbeiðsleys tættari arbeiðsmarknaðinum.
– Vit ynskja, at arbeiðsleys fáa ein virknan og skipaðan gerandisdag við góðum innihaldi, sigur Magni á Deild.
ALS fekk lyklarnar til bygningin á Hjalla fríggjadagin, og stovnurin letur dyrnar upp fyri arbeiðsleysum eftir summarfrítíðina.
Enn er støða ikki tikin til, hvussu leingi ALS skal bjóða arbeiðsleysum hetta tilboðið. Leigumálið kann sigast upp við seks mánaða freist.
Hoyr samrøðu við Magna á Deild í tíðindunum á Rás2 klokkan 12