1500 fólk mótmæla orkuverki í Klingruni Inni á Gøtu

Eini hálvthundrað fólk møttu á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í Havn nú seinnapartin við 1500 undirskriftum undir paroluni ?Nei ti orkuverk og dálking - ja

til reint umhvørvi!? Talan var um íbúgvar og fólk annars við tilknýti til Hoyvikshagan, sum mótmælta ætlaðu byggingini av orkuverki hjá Fjarhitafelagnum í Klingruni Inni á Gøtu.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, tók ímóti undirskriftunum og lovaði bæði at taka mótmælið við á aðalfund í Fjarhitafelagnum og at taka tað til viðgerðar í býráðnum.

Hann vísti annars á, at Innlendismálaráðið vildi hava málið at ganga umaftur, og hann lovaði annars at gera sítt til, at ynskini hjá borgarunum í Hoyvíkshaganum

verða hoyrd.

Meira kann lesast her