1500 føroyingar fingið bræv um at vera við í kanning um myrkatøl

– Vit fara og taka blóðroyndir av 1500 tilvildarliga valdum føroyingum og vita, um tey hava andevni móti korona. Tríggjar mánaðir seinni fara vit at gera somu kanning umaftur. Tað skal avdúka, um vit hava myrkatøl í Føroyum, sigur Pál Weihe

Sjálvt um vit í Føroyum eru millum tey fremstu í heiminum í mun til fólkatalið at gera nógvar covid-19 kanningar, so kunnu tað tó vera myrkatøl. Tað vil siga, at fólk hava havt sjúkuna, uttan at tey vita av tí.

Tað er hetta, sum Pál Weihe saman við øðrum fer at kanna.

Skriv er sent til 1.500 tilvildarliga valdar føroyingar, og ein blóðroynd skal takast av teimum. Kanningar skulu síðani gerast, um tað er andevni móti korona í blóðinum. 200 fók hava longu játtað at tey vilja vera við í kanningini.

– Eg vænti at um ein mánað ella áðrenn tað skuldu vit fingið úrslitini, sigur Pál Weihe.

Úrslitini skulu staðfesta, um fólk hava havt smittuna, uttan at vita tað.

– Úrslitini kunnu vísa, hvønn veg tað gongur við smittuni, um tað gongur upp ella niður. Men tey kunnu eisini hjálpa okkum at gera tilmæli, um landið skal latast spakuliga ella skjótari upp aftur, sigur Pál Weihe.

Hann ætlar eisini at gera somu kanning umaftur tríggjar mánaðar seinni. Tá skulu eisini 1500 fólk kannast.

– Tá ið vit hava gjørt seinnu kanningina, kunnu vit samanbera tølini og síggja, hvønn veg tað gongur, og tað kann eisini hjálpa okkum við at gera tilmæli, sigur Pál Weihe.