15.000 føroyingar ikki kannaðir fyri lívshættisliga sjúku

- Tað eigur at verða gjørt sum skjótast

 

Allir føroyingar, ið enn ikki eru kannaðir fyri lívshættisligu sjúkuna, CTD, eiga at lata seg kanna.

 

Tað mælir CTD-foreldrabólkurin til í almennari fráboðan í morgun. Og tað eigur at vera gjørt sum skjótast, leggja tey afturat.


- Tað er lívshættisligt at liva við óviðgjørdari CTD-sjúku og tí eiga øll at lata seg kanna fyri hesa sjúku, eisini børn og ung, ið áður eru kannað í samband við PKU-royndina eftir føðing.

 

- PKU-royndin er ikki nóg neyv til at finna øll børn og ung við CTD. Mett verður at áttandi hvør føroyingur er berari av sjúkuni uttan at vita av tí.

 

- Eru bæði mamman og pápin berarar av CTD, eru sannlíkindi fyri at fáa eitt barn við CTD, 25 prosent og fleiri familjur í foreldrabólkinum hava meira enn eitt barn við CTD.

Bólkurin sigur, at tað ber at lata seg kanna beinleiðis á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum uttan fyrst at fara til kommunulækna. Kanningin kostar 100 krónur.

Foreldrabólkurin var savnaður á Oyrabakka í gjár, har Ulrike Steuerwald lækni greiddi frá um sjúkuna og viðgerðini.

 

- Sambært Ulrike Steuerwald benda hagtøl á, at tað enn eru fleiri føroyingar, ið ganga við óviðgjørdari CTD-sjúku tí at teir ikki hava latið seg kanna.

 

- Bara ein partur av CTD-sjúklingunum við gen-mutatiónini N32S/N32S vórðu funnin við PKU-royndini, sum varð tikin stutt aftaná føðing, og nærum eingin við hinum mutatiónunum. Best er at kanna barnið aftur, tá barnið er vorðið 10 vikur gamalt, bæði fyri frítt og totalt karnitin.



- Sum foreldur at børnum við CTD-sjúkuni hava vit sæð, hvussu stóra hjálp viðgerðin við karnitin hevur givið okkara børnum.  Sum foreldur ynskir man ikki at nakað barn gongur uttan viðgerð, tí avleiðingarnar kunnu hava deyðiligar. Sigur foreldrabólkurin.

 

-  Okkara ynski og vón er, at eingin føroyingur aftur doyr av hesi sjúku.