154 framsýnarar á Fish Fair

154 framsýnarar úr 13 londum eru við á sættu North Atlantic Fish Fair, sum verður hildin í Klaksvík hesa vikuna.

Klokkan 10 fyrrapartin setti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Fish Fair stevnuna, eftir at Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Áki í Skemmuni, fyrireikari, høvdu havt orðið.

Fish Fair, sum áður hevur verið hildin í Runavík og í Havn, verður nú hildin í Klaksvík fyri aðru. Stevnan er opin í dag, í morgin og fram til hósdagin.

Umleið helvtin av framsýnarunum, sum eru við á Fish Fair hesaferð, er úr útlandinum, og framsýnarar koma millum annað úr Íslandi, Danmark, Skotlandi, Noregi, USA og Japan.