156 deyð eftir spreinging í kirkjum á Sri Lanka

Talið av deyðum á Sri Lanka er hækka til í minsta lagi 156 – teirra millum minst 35 útlendingar. Fleiri hundrað eru særd.

Yvir 150 fólk eru deyð, og fleiri hundrað eru særd páskadag eftir bumbuspreingingar í trimum katólskum kirkum og trimum luksushotellum á Sri Lanka.

Keldur í løgregluni í høvuðsstaðnum Colombo siga AFP, at talið av deyðum er í minsta lagið 156 – harav í minsta lagi 35 útlendingar.

Statsblaðið á Sri Lanka nevnir sama tal av deyðum.

Ein sjúkrahússtjóri og løgreglufólk siga við Reuters, at yvir 400 eru særd í álopunum, sum eingin enn hevur tikið ábyrgdina av.

Borgerservice hjá danska uttanríkisráðnum heitir á allar danskar ríkisborgarar í og um Colombo á Shri Lanka um at seta seg í samband við síni avvarðandi.

– Ógvusligar spreingingar í fleiri kirkjum og hotellum. Gerið sum myndugleikar á staðnum siga, verður sagt í boðunum.

Í tí einu kirkjuni, St. Sebastian's í Katuwapitiya, sum liggur norðran fyri Colombo, eru yvir 50 fólk deyð, sigur ein løgreglumaður við Reuters.

Myndir haðani vísa nógv blóðdálkað lík í kirkjuni, har loftið er oyðilagt av sterku spreingingini.

Myndugleikar á staðnum siga, at tað eisini eru 25 deyð av eini bumbuspreinging í eini kirkju í Batticaloa í eystara landspartinum.

Ein kelda í bumbudeildini hjá løgregluni sigur, at ein triðja spreingin var í St. Anthony's Kirkju í Kochcikade, Colombo.

Tey trý raktu hotellini eru Shangri-La Colombo, Kingsburi Hotel og Cinnamon Grand Colombo. Ongar greiðar upplsýingar eru um talið av offrum á hotellunum.

Forsætisráðharrin á Sri Lanka, Ranil Wickremesinghe, hevur kallað trygdarráðið til kreppufundar seinni í dag. Hann sigur álopini vera ein »ræðuskítagerð«

Longu fyri 10 døgum síðani fingu løgreglumenn eini álvarsom bo. Tey vóru frá løgreglustjóranum á Sri Lanka, Pujuth Jayasundara.

Hann ávaraði um álop ímóti stórum og kendum kirkjum. Ávaringin varð send landsins leiðandi løgreglufólkum 11. apríl. Hann vísti til kanningar úr útlondum um sjálvmorðsálop.

Sambært ávaringunum skuldi ein víðgongdu muslimskur bólkur á Sri Lanka – bólkurin NTJ (Tað Tjóðskaparliga Towheeth Jama'ath) – hava lagt álopið til rættis.

NTJ er fyrr sett í samband við oyðileggingar av Buddha-standmyndum í Sri Lanka.

Tað hevur verið steðgur í borgarkrígnum í landinum í 10 ár millum myndugleikarnar og tamilsku loysingarrørsluna. Fram til 2009 stóðu uppreistrarfólk javnan fyri bumbuálopum í høvuðsstaðnum.

 

/ritzau/Reuters

 

Profilurin hja kirkjuni á Facebook, har uppslagið sæst