Tað er hálvleikur í seinna venjingardystinum millum Ísland og Føroyar í Laugardalshøllini, og málmunurin er tann sama sum í steðginum ígjár. Ísland er frammanfyri við fýra málum.
Støðan er 16-12 til Ísland.
Tá 11 minuttir vóru farnir var støðan 8-4 til Ísland, men føroyska liðið vann seg væl innaftur í dystin, og tá klokkan vísti 21 minuttir vóru Føroyar á odda 11-10. Men seinastu níggju minuttirnar hevur gingið illa hjá okkara monnum at skjóta mál.
Hákun West av Teigum hevur veruliga gjørt vart við seg við at skjóta seks mál.
Málskjúttar: Hákun West av Teigum 6, Teis Horn Rasmussen 2, Bjarni í Selvindi 2, Rói Berg Hansen 2.
Nicholas Satchwell hevur havt fimm bjargingar.