16 ára gamal 15 mánaðir í varðhaldi

Mannarættindadómstólurin í Strasbourg skal nú taka støðu til, um tað er í lagi, at ein ungur grønlendingur hevur sitið 15 mánaðir í varðhaldi, skuldsettur fyri at hava myrt eina 85 ára gamla kvinnu í Aalborg. Maðurin var bara 16 ár, tá hann bleiv settur í varðhaldið, og fleiri halda, at hann hevur sitið alt ov leingi har og hava tí sent málið til Strasbourg. Tann ungi maðurin hevur játtað, at hann drap ta 85 ára gomlu Gerdu Møller, og drápsmálið kemur fyri rættin tann 27. januar.