16 ára gamli Chris Apassingok var stóra hetjan í bygdini Gambell á oynni St. Lawrensce í Alaska, tá ið tað lukkaðist honum at drepa ein stóran hval – eina grønlandsslættibøku.
Fólkini í fjarskotnu bygdini Gambell liva undir fátækamarkinum og liva av mati, tey sjálvi veiða í náttúruni – harímillum eisini hval.
Ein útvarpsstøð í Alaska helt søguna um dreingin vera so góða, at tey umrøddu hana. Tað fekk eisini størsta blaðið í Alaska at gera eina grein við dronginum, sum hevði veitt hvalin til bygdina.
Tá ið Paul Watson, leiðari í Sea Shepherd, sá greinina í Alaska Dispatch News, fór hann skúmandi á Facebook. Har deildi hann greinina og legði síðani harðliga eftir 16 ára gamla dronginum:
- WTF? You 16-year old murdering litte b*****d (bastard, red.), skrivaði Paul Watson og legði afturat, at tað kann ikki verða rætt, at ein unglingi verður hetja, tí hann drepur ein ”klókan, sosialan og viðkvaman hval”.
Hetta skapti grundarlag fyri einum veruligum omanlopi, tí Apassingok varð undirdíktur í ljótum boðum á Facebook. Fólk skrivaðu til hann og søgdu, at tey ynsktu, at hann doyði, at familjan doyði og at øll bygdin doyði. Mamma Apassingok segði við High Country News, at hon gavst at telja brøvini, tá ið hon var komin upp á 400. Sambært mammuni kann drongurin ikki tosa um facebook-boðini uttan at tára, og hann vil ikki í skúla.
Paul Watson strikaði seinni harðrendu dagføringina og legði eina nýggja út, har hann orðaði seg varðligari, men noktaði fyri at umbera fyrstu dagføringina.
- Umhvørvisfelagsskapir hava eina ideologiska drívmegi, tey skulu bjarga onkrum, og tey skilja ikki, at tað eru fólk á jørðini, sum í gerandisdegnum framvegis eru bundin at tilfeinginum í náttúruni fyri at yvirliva, sigur Jessica Lefevre, sakførari, sum arbeiðir við hvalaveiðimálum í Washington, við High Country News.
Abbi Chris Apassingok sigur við blaðið, at umhvørvisfólkini skilja ikki teirra tørv á mati.
- Líka sum amerikanarar mugu fáa høsnarunga ella neytatkjøt at eta, mugu vit veiða hvalir, kópar og roysningar fyri at yvirliva, sigur hann.