16 ára gamal koyrdi við kenning

Løgreglan í Runavík fekk sunnumorgunin beint fyri klokkan seks fráboðan um, at ein bilur koyrdi heldur ófantaliga á landsvegnum við Skálabotn.
Løgreglubilurin fór avstað og steðgaði einum bili. Tað vísti seg, at tað var ein 16 ára gamal drongur, sum var farin ein túr við bilinum hjá foreldrunum. Hann var ávirkaður av rúsdrekka og hevði sum vera man einki koyrikort.