1658 fólk valdu Føroyar frá

Fólkatalið tann 1. juni í ár var 48.440 fólk. Tað er 158 færri enn 1. juni í fjør.

Tað boðar Hagstovan frá fyrrapartin.

Hesar 12 mánaðirnar vóru 579 børn fødd, og 372 fólk doyðu. Burðaravlopið var 207 fólk.

Samstundis fluttu 1658 fólk úr Føroyum, og 1293 fólk fluttu til Føroyar. Tað gevur eina nettoflyting av landinum upp á 365 fólk.

- Skeiva gongdin í fólkatalinum tykist halda fram og heldur versna enn batna. Orsøkirnar eru tvær: burðaravlopið, sum er avlopið millum fødd og deyð, minkar alsamt og er nú metlágt, og samstundis heldur stóra fráflytingin fram og heldur økist enn minkar, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Støðuga fráflytingin hevur eisini keðiliga ávirkan á burðartalið, tí hon fram um alt tekur burtur av teimum ungu kvinnuættarliðunum, har burðartíttleikin er nógv størstur.

- Tá hetta heldur fram í fleiri ár, sum vit hava sæð nú, kemur samfelagið í eina ónda ringrás, har tilgongdin av børnum og ungum verður støðugt minni, vísir Hagstovan á.