17 ára gamal deyður í skalvalopi í Grønlandi

- Tveir menn eru fluttir á sjúkrahús og eru ikki í lívsvanda, og ein fjórði persónur er sloppin óskalaður, sigur Grønlands Politi

Tað var í dag klokkan 15.45, lokala tíð, at Grønlands Politi fekk eina fráboðan um eitt skalvalop á Nuuk-leiðini í Grønlandi. 

 

Hetta váttaði vaktleiðarin hjá løgregluni, Karsten Højrup Kristensen, yvirfyri Sermitsiaq.

 

Fyrstu boðini vóru, at ógreiða var um, hvussu nógv fólk vóru endað undir skalvalopinum, men at talan helst var um fýra fólk.

 

Bjargingararbeiðið varð sett í verk, har Arktisk Kommando og Grønlands Politi samstarvaðu um átakið.

 

Seinasta dagføringin, sum Sermitsiaq hevur frá Grønlands Politi, er, at ein 17 ára gamal maður er deyður í vanlukkuni.

 

- Tveir aðrir menn eru fluttir á sjúkrahús og eru ikki í lívsvanda. Ein fjórði persónur er sloppin óskalaður, sigur Grønlands Politi.