VIDEO: Framúrskarandi fríspælingar hjá Eliasi móti Eisenach

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum THW Kiel-Eisenach 30-30 (13-16)

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu javnleik 30-30 móti Eisenach í Wunderino høllini í Kiel. Tá hálvurannar minuttur var eftir av dystinum var Eisenach á odda 30-28, men tað eydnaðist Kiel at knógva eitt stig. Í steðginum var Eisenach á odda 16-13.

 

Elias skoraði sjey mál og legði upp til fimm mál, og var toppskjútti hjá heimaliðnum. 

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Í samandráttinum síggjast tvær framúrskarandi fríspælingar hjá Eliasi:

 

##med2##