17 dystir uttan tap

Setið ein stóran kross í kalendaran tann 26. apríl. Tá hittast Chelsea og Manchester United á Stamford Bridge í tí, sum alt meira líkist eini avgerð um enska meistaraheitið

Fótbóltur

 

Chelsea hóttir nú av álvara Manchester United í ensku Premier League. Bláa London-liðið hevur ikki tapt síðani 16. desember í fjør, og so líðandi hava teir etið seg alt nærri Manchester United, sum annars hevur verið á beinari meistarakós.

Tann kósin varð tó avrættað nakað, tá Alfonso Alves við tveimum málum syrgdi fyri, at meistararnir bert fingu eitt stig við sær av Riverside í Middlesbrough. Cristiano Ronaldo hevði annars við sínum 37. máli hetta kappingarárið lagt Manchester United á odda, og so skuldi sigurin annars verið heima. Tí reyðu devlarnir høvdu í seks liga-dystum ikki latið mál fara ígjøgnum. Men Alves vildi tað altso øðrvísi, og var tað ikki fyri útjavnandi málið frá Rooney, vóru øll stigini eftir hjá Middlesbrough.

 

Dupult gull í eygsjón

Dagin fyri hevði Chelsea enn einaferð prógvað, at teir veruliga eru við at finna meistarastevið aftur. Eftir eitt kappingarár, har órógvin hevur verið hampuliga stór eftir eitt venjaraskiftið. Og har Avraham Grant ongan tíð veruliga hevur fingið frið at útinna sítt arbeiði, er Chelsea nú veruliga farið at tevja blóð.

Eitt keðiligt tap móti Barnsley í FA-Cup’inum og eitt eins keðiligt tap móti Fenerbache í Champions League tykjast ikki hava ávirkan á stevið í heimligu kappingini. Hesa ferð fekk liðið tó hjálp frá Richard Dunne hjá Manchester City, sum sendi bóltin í egið mál tíðliga í dystinum. Og so kundi Salomon Kalou staðfesta sigurin átta minuttir inn í seinna hálvelik.

Og sigurin fekk venjaran, Avraham Grant, at staðfesta, at hann veruliga trýr upp á møguleikan fyri gulli í bæði Onglandi og í Europa.

- Liðið hjá okkum hevur funnið seg sjálvt nú. Spælararnir hava gjørt eitt framúr gott arbeiði, og eg havi stórt álit á teimum, segði Grant við enskar miðlar eftir dystin.

Um gullið í báðum kappingunum kann røkkast, veldst nú fyrst og fremst um tvinnar dystir. Longu í annaðkvøld skal Chelsea á heimavølli royna at venda 1-2 tapinum móti turkiska Fenerbache. Og tann 26. apríl er nú av álvara lagt upp til gullbrak, tá Manchester United kemur á vitjan á Stamford Bridge.

 

Aftur javnt á Emirates

Aðra staðni í Premier League spældu Arsenal og Liverpool næsta 1-1 javnleikin upp í slag. Og longu týskvøldið skulu somu lið aftur í eldin, tá seinna fjórðingsfinalan í Champions League er á skránni.

Úrslitið bar eisini við sær, at Everton aftur kundi toga seg nærri Liverpool í dystinum um fjórða Champions League plássið og mongu milliónirnar, sum fylgja við hesum.

Og tá Bolton. Fulham og Derby øll taptu, líkjast tey trý alt meira vissum niðurflytarum. Ein leiklutur, sum Derby helst longu hevur vant seg við eftir eitt kappingarár, har teir higar til bert hava vunnið ein av 35 dystum.