Stóri europeiski fótbóltsdysturin í kvøld er uppgerðin millum Frakland og Spania í bólki I.
Frá klokkan 16.00 seinnapartin og út á kvøldið verða 17 dystir spældir í HM-undankappingini í fótbólti.
Tveir dystir verða í bólki C, har Føroyar eru eitt av londunum. Týskland spælir á heimavølli ímóti Kasakhstan, og Írland fær vitjan av Eysturríki.
Danmark er einasta norðurlandið, sum er spælir HM-dyst í kvøld. Dystur verður í Parkini í Keypmannahavn ímóti Bulgaria.
Hesir HM-dystir verða spældir í kvøld:
16.00: Armenia-Kekkia bólkur B
17.00: Estland-Andorra bólkur D
17.00: Aserbajdjan-Portugal bólkur F
18.30: Turkaland-Ungarn bólkur D
19.00: Ukraina-Moldova bólkur H
19.15: Danmark-Bulgaria Bólkur B
19.30: Serbia-Skotland bólkur A
19.30: Holland-Rumenia bólkur D
19.45: Belgia-Makedonia bólkur A
19.45: Wales-Kroatia bólkur A
19.45: Malta-Italia bólkur B
19.45: Týskland-Kasakhstan bólkur C
19.45: Írland-Eysturríki bólkur C
19.45: Norðurírland-Ísrael bólkur F
19-45: Póland-San Marino bólkur H
20.00: Montenegro-Ongland bólkur H
20.00: Frakland-Spania bólkur I