17 milliónir fyri 16 minuttir

Zlatan Ibrahimovic fær møguliga eitt risastórt bonus frá Manchester United.

Skuldi tað eydnast Manchester United at vunnið Champions League í ár, so fær svenski áleyparin, Zlatan Ibrahimovic, eina rúgvu av pengum í bonus sambært einari treyt í sáttmálanum.


Tað er enska blaðið The Sun, ið sigur seg vita, at Zlatan Ibrahimovic fær tvær milliónir pund í bonus, um Manchester United vinnur kappingina. Tað svarar til áleið 17 milliónir krónur.


Zlatan Ibrahimovic hevur annars ikki gjørt nógv um seg í Champions League hetta kappingarárið, har hann vegna drúgvan knæskaða einans hevur spælt 16 minuttir. Hetta var í bólkadystinum ímóti FC Basel.


Teir 16 minuttirnir eru tó nóg mikið til at hann hevur rætt til bonusið. Tær 17 milliónir krónurnar eru hægsta bonusið, ið nakar leikari á Manchester United-liðnum stendur til at kunna fáa.


Manchester United er higartil komið til 1/8-finaluna í Champions League. Fyrri dysturin ímóti spanska Sevilla endaði við 0-0-javnleiki, og seinni dysturin verður á Old Trafford næsta týsdag.