17 ára gomul skulu hava koyrikort

9.a í Hoyvíkar skúla legði fram eitt uppskot á Ungdómstinginum, um at aldurin fyri at taka koyrikort skal lækkast fúr 18 ár niður í 17 ár

John Skaalum Vilhelm frá Hoyvíkar skúla, sum legði uppskotið fram, heldur, at ein 17 ára gamal er nóg búgvin til at taka koyrikort. Hann vísti eisini á, at til dømis í USA er loyvi at taka koyrikorti sum 16 ára gamal. Í Danmark er loyvi at koyra bil sum 17 ára gamal, um ein myndigur persónur er við.

Hansara grundgeving var, at tað verður lættari hjá teimum ungu at sleppa til og frá støðum. Hann vísti eisini á, at tað eisini hevði bøtt, um fleiri trupulleikar í ferðsluni, tí at tann 17 ára gamli hevði byrjað eitt ár áðrenn.

John Skaalum Vilhelm sigur tó, at lógirnar fyri tey 17 ára gomlu skulu verða strangari. Soleiðis at tey bara hava loyvi at koyra 40km/t í bygdum øki, og 70km/t í óbygdum øki.

 

Hini umboðini vóru ikki øll líka samd í hesum.

Bjørk Sørensen í 9. flokki úr Vágs skúla segði soleiðis.

- Vit hava fleiri viðmerkingar til hetta uppskotið, tí vit eru ikki samd.

- Nú verður nógv tosað um veðurlagsbroytingarnar. Um 17 ára gomul fáa koyrikorti, koma fleiri bilar. Fleiri bilar vil siga meiri CO2 útlát, segði hon.

- Tit siga, at 17 ára gomul skulu koyra við lægri ferð. Er tað ikki tryggari at øll koyra við somu ferð? So at tað ikki verður yvirhála. 

- Vit halda, at tað hevði verið betri um ein myndigur persónur var við. Tað hevði verið krav, at tann persónurin, skuldi havt koyrikorti í minst fimm ár. So hevði tað verið tryggari, og tann 17 ára gamli hevði fingið venjing, segði hon.

Nikolina Ravnsfjall í 9.b úr skúlanum á Giljanesi segði soleiðis.

- Skal koyrikortið síggja líka út, sum hjá vaksnum? Eg hugsi, at so verður tað lætt hjá 17 ára gomlum at keypa rúsdrekka. Skulu 17 ára gomlum so hava somu møguleikar, sum myndigur persónar?

 

Inga Maria Joensen í 9.a úr Hoyvíkar skúla.

- Tit nevna, at 17 ára gomul skulu koyra við lægri ferð. Kanska kundi tey fingið eitt merki á bilin, soleiðis at aðrir bilførarir vistu, at tað var ein 17 ára gamal, sum koyrdi.

 

Mattias Ljósheim í 9.b úr Hoyvíkar skúla

- Bjørt Sørensen segði, at tað hevði verið betri um ein myndigur persónur var í bilinum, tað eri eg ikki samdur í. Um ein myndigur persónur var í bilinum, kundi hann líka so væl koyrt.

  

Bjørk Sørensen í 9. flokki úr Vágs skúla

- Eg haldi, at ein vaksin persónur skal verða við í bilinum. Serliga tí at so fær tann 17 ára gamli venjing, og er heilt klárur at koyra bil sum 18 ára gamal. Um ein ikki vil hava ein vaksan við, haldi eg, at ein burdi bíða til ein verður 18 ár.

 

Málið fer í Rættarnevndina til víðari viðger.