17 ára gomul vigar 254 kilo

Georgina Davies frá Aberdare í Suðurwales er nú feitasti tannáringur í Bretlandi, eftir at hon vigar heili 254 kilo. Eitt klænkiskeið í fjør fekk ta tá 16 ára gomlu gentuna niður á 113 kilo, men hon hevur síðani tikið nógv upp á aftur, so hon nú vigar 254 kilo ? eitt kvart tons.

 

Hon vigar tað sama, sum ein Harley Davidson Sportster motorsúkla, skrivar enska blaðikð The Sun.

 

Eftir eitt klænkiskeið í USA lætnaði hon 95 kilo, men herfyri vigaði hon seg á einari vinnuligari vekt, tí sjálvt ikki lokala sjúkrahúsið megnaði at máta vektina á Georginu Davies, tí vektin fór í botn.