Í døgunum 11.- 21. september vitjaðu 17 Sangarar í Suðurgrønlandi í Qaqortoq (Julianehåb) og í bygdunum har um vegir. Tey sungu og hildu møtir saman við trúboðarunum Páll Poulsen, Óla Steinberg, og Hans Sivertsen. Hesir hava bæði vitjað og búð í Grønlandi í mong ár.
Komandi mikukvøld 4. november kl. 20, verður frágreiðing í Betesda frá túrinum, har verða vístar myndir, sum Steinvør Fonn tók av vøkru náttúruni, frá siglingartúrum við “Juvel II”, søguligum plássum og møtum bæði í Qaqortoq og í ymiskum bygdum.
Kórið steðgaði eisini ein sunnudag í Reykjavík, sungið varð í “Filadelfia” og í “Akurinn”, har Jógvan Purkhús virkar.
Óli Steinberg fer eisini at siga nakað um trúboðanarvirksemi í Grønlandi.
Felagssangur verður og 17 Sangarar syngja.