17 spurningar til landsstýrisfólkini

Tingfólk seta í dag landsstýrisfólkum 17 spurningar um ymisk viðurskifti. Munnligir fyrispurningar eru á skránni í tinginum í dag

Munnligir fyrispurningar eru á skránni í tinginum í dag.

 

Heili 17 spurningar verða settir landsstýrisfólkunum um ymisk viðurskifti.

 

Tríggir av spurningunum eru til landsstýrismannin við vinnumálum, Poul Michelsen, Framsókn, um ætlanirnar hjá SAS at flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn  og Logan Air at flúgva millum Føroyar og Sberdeen..

Fimm spurningqar eru til landsstýriskvinnuna við heilsumálum, Sirið Stenberg, Tjóðveldi, um ymisk viðurskifti í heilsuverkinum..

 

Fleiri einstakir spurningar eru eisini til hini landsstýrisfólkini.

 

Munnligir spurningar til landsstýrisfólkini flyta onki og ongar avgerðir verða tiknar á fundinum í dag. Tingfólk brúka møguleikan at varpa ljós á ávís mál, sum so kann vendast aftur til seinni.