1700 metrar frá framtíðini ella 1700 fólk frá framtíðini

Yvirskriftin fær kanska lesaran at hugsa, hvat meinar hesin maður við ?

 

Tummas Eli Høj Joensen

??????????????????????


Eg hoyrdi nú ein dagin, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, umhugsar at spara íløguna til vegagerð á vestara armi á Skálafjørðinum.

Er tað rætt, at fólk í Skálabotni, á Skála og innan Glyvur skulu hava allan hasa tungu ferðsluna ígjøgnum bygdina? Nei, hetta er uttan fyri allan kritik og er fyri mær óskiljandi. Strandingar og Skálamen munnu vera verðins mest tolna fólkaslag.

Her búgva á Skála og á Strondum umleið 1700 fólk. Hesi fólk skulu øll góðtaka, at koyra á einum vegi, ið er so smalur, at nóg illa tveir bilar kunnu møtast tá koyrt verður til umheimin, ella er hetta ov nógv sagt ? Nei eg haldi ikki !

Tann næsti filmurin eitur nokk 1700 fólk frá framtíðini ! Álvaratos tit politikkarar, her má gerðast nakað. Tað kann ikki vera meiningin, at vinnulívið hesumegin fjørðin skal hava ein fløskuháls, ið er so trongur sum á hesum vegastrekki. Hvør veit, um ikki meira vinnulív kundi verið enn tað sum er, um eitt brúkiligt veganet var at koyra eftir ? Eingin kann vænta, at nakar vinnulívsmaður bara so mikið sum hugsar um at byggja eina stóra fyritøku hesumegin armin, so leingi sum einhvør túrur við einum trailara til og frá umheiminum er tengdur at so nógvum vandum! Tað hendur jú meira enn so, at hesir stóru bilar liggja við síðunar av vegnum.

Eg sigi bara, at eg vóni ikki fyri Strandingar og Skálamenn, at førarar á hesum stóru bilum, fara at siga nei til at koyra hendan, ikki vandaleysa vegateigin. Førarar á stórum bilum hava, um eg minnist rætt, nokta at koyrt á onkrum øðrum vegastrekki í landinum og tá bleiv nakað gjørt vit trupulleikan.

Lat okkum heldur ikki vóna, at tað sum verri er, skal til fyri at fáa okkara polittikarar at vakna. Her má øllum polittikarum standa púra greitt, at hendan støðan ikki kann góðtakast av okkum her á vestara armi. Her má nakað gerðast og tað ongantíð ov skjótt. Hvat hava 30 milliónir at týða, ið hetta vegastrekkið kostar at gera, tá í hugsa verður um tað øking, hetta má metast at geva í vinnilívinum her á fjørðinum. Vinnulívið kann um hesin vegur verður gjørdur, blomstra báðumegin fjørðin og ikki sum nú, bert á eystarumegin á fjørðinum. Skulu vit Strandingar og Skálamenn góðtaka hesa agitatiónina fyri loysing,( hugsa verður um milliarda yvirskotið hjá landskassanum), seta okkum í favn og góðtaka at verða 1700 fólk frá framtíðini, ella skulu vit krevja av okkara polittikarum, at vit vilja hava 30 millinónir til vegin, eitt blomstrandi vinnulív og ein tryggan veg at koyra á. Eg haldi tað seinna.