178 tons fyri 2,4 miljónir krónur

Tað er vorðið meira vanligt, at upsi verður seldur á uppboðssølu.

4,5 tons av upsa 1 fingu í morgun miðalprísin 11,37 krónur fyri kilo sum er ein góð króna minni enn miðalprísurin á hýsu 2.

Størstu einstøku nøgdirnar á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun vóru upsi og hýsa, umleið 50 tons av hvørjum.

Av hýsu var mest av hýsu 2, 21,2 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 12,71 krónur fyri kilo. 14,6 tons vóru av hýsu 3, sum fekk miðalprísin 12,76. Sløk 13 tons vóru av hýsu 1, og her var miðalprísurin 14,26 krónur fyri kilo.

Samanumtikið fekk hýsa ikki góðan prís á marknaðinum í morgun. Men, hava sveiggj verið í prísinum á hýsu í vetur, hevur prísurin á toski hildið sær betri.

Á uppsøluni í morgun vóru tilsamans 32 tons av toski. Mest var av toski 3, 13,3 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 18,47 krónur fyri kilo. Toskur 1 og toskur 2 fingu miðalprísin 21,52 og 20,50. Sjálvt toskur 4 fekk betri prís enn dýrasta hýsan. 6,4 tons vóru av toski 4, sum fekk miðalprísin 14,48 krónur fyri kilo.

Av teimum umleið 50 tonsunum av upsa, var mest av upsa 5, 15,6 tons tilsamans, sum fóru fyri miðalprísin 8,76. Næst størstu nøgdirnar vóru av upsa 3, 10,3 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 10,16. 4,5 tons vóru av upsa 1, sum eisini fekk besta miðalprísin, 11,37.

Sløk 22 tons vóru av longu, mest av longu 2, og her var miðalprísurin 13,13 krónur fyri kilo.

Umleið 10 tons vóru av havtasku, og her var besti miðalprísurin 29,56.

Tey 178 tonsini, sum vórðu seld á uppboðssøluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun, fóru fyri tilsamans stívliga 2,4 miljónir krónur, sum gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 13,77 krónur fyri kilo.