Tær 18 íbúðirnar á Kneysum á Toftum eru nú allar handaðar Bústøðum.
- Fólk eru flutt inn í tær fyrstu 10 íbúðirnar, sum vórðu lidnar á jólum, og mánadagin í síðstu viku vórðu tær seinastu átta íbúðirnar handaðar Bústøðum.
Á heimasíðuni hjá byggivirkinum KBH verður sagt, at hesar seinastu vórðu handaðar fyri tíð til vælnøgdan byggiharra.
Tað er KBH, sum hevur verið heildararbeiðstakari og hevur staðið fyri bæði projektering og bygging av øllum 18 íbúðunum. Nes kommuna hevur staðið fyri at skipa uttanumøkið.
- Vit ynskja Bústøðum og øllum í Nes kommunu hjartaliga tillukku við nýggju íbúðarlonunum, sum eru við til at víðka um bústaðarmøguleikarnar í kommununi.
Á heimasíðu síni takkar manningin hjá KBH Bústøðum, Nes kommunu og øðrum arbeiðstakarum fyri gott samstarv í hesi byggiverkætlan.
Helgi Johannessen, sum stendur ytst høgrumegin, er stjóri í KBH.