18 milliónir Skoda

Tjekkiska verksmiðjan Skoda Auto hevur framleitt 18 milliónir bilar. Jubileumsbilurin var ein hvítur Skoda Superb Combi.

 

Bilurin varð framleiddur á verksmiðjuni í Kvasiny, sum er ein av trimum verksmiðjum í Tjekkia.

 

Í løtuni hevur Skoda verksmiðjan seks ymiskar bilar í síni vøruskrá, teir eru Skoda Citigo, Skoda Fabia, Skoda Yeti, Skoda Rapid, Skoda Octavia og Skoda Superb, umframt ein nýggjur SUV, sum kemur á marknaðin í 2017.

 

Verksmiðjan, sum hevur framleitt bilar í yvir hundrað ár, er í dag partur av Volkswagen Group.

 

Myndatekstur:

Bilur nummar 18 milliónir var ein hvítur Skoda Superb Combi