180 nýggir smittutilburðir í Noregi

Samlaða talið av smittutilburðum í Noregi er minkandi, tó at tað er veksandi í 13 kommunum. 

 

 

Nú farið er um midnátt, hevur Noreg kunngjørt talið yvir nýggjar covid-19 tilburðir seinasta samdøgnið, og talið er 180.

 

Tað er tveir tilburðir fleiri enn miðal fyri seinastu sjey dagarnar.

 

Týsdagin vórðu skrásettir 222 nýggir smittutilburðir, og mánadagin var talið 195.

 

Sambært norskum miðlum, sum fylgja gongdini, er talið av smittutilburðum minkandi, tó at tað er veksandi í 13 kommunum. 

 

Síðan byrjanina av farsóttini, eru nú tilsamans 128.679 covid-19 tilburðir staðfestir í Noregi.

 

Í løtuni eru 45 fólk innløgd á norskum sjúkrahúsum, og samlaða talið av deyðum av - ella við - koronu er nú komið upp á 790.