1800-1900 skip koma og fara um árið

- Skipini gerast heldur færri í tali, men tonsatalið veksur, sigur Hjalmar Lamhauge, havnaumsjónarmaður hjá Runavíkar Havn

Runavíkar havn

Tríggir mans starvast á havnaskrivstovuni hjá Runavíkar Havn. Havnameistari er Jákup Lamhauge, og umsjónarmenn eru Petur á Roykheyggi og Hjalmar Lamhauge.
Mánamorgunin, tá ið Sosialurin vendi sær til Havnaskrivstovuna, var havnameistarin burtur í ørindum, men vit fingu eitt fitt prát við Hjalmar.

Nógv skip

Runavíkar Havn telist millum størstu havnir í landinum. Seinastu árini eru 1800-1900 skip komin og farin um árið. Tað svarar til eini 5 skip hvønn einasta dag í árinum.
- Árini eru eitt sindur ymiskt, men gongdin seinastu árini
hevur verið hon, at skipini eru vorðin heldur færri í tali, men tonsatalið er økt, sigur Hjalmar, sum hevur starvast hjá Runavíkar Havn í seks ár.
Hann sigur, at enn eru skipini, sum hava ligið til bryggju í hesum árinum, ikki tald upp, men tað verður gjørt uppundir ársenda. Hann væntar tó, at talið fer at liggja rundan um tey 1800-1900.

Størri skip

- Tað eru fleiri størri skip, sum koma higar í dag enn áður. Green-skipini, sum eru heimahoyrandi í Bergen og sigla yvir til Ameriku, steðga her. Skipafelag Føroya er umboð hjá hesum skipum. Hjalmar vísir á, at onnur stór skip sigla fyri Skipafelag Føroya, og síðan hava tey stóru supply-skipini, sum serliga vóru her í 2001, eisini verið við til at økt um tonsatalið.
- Árið, teir byrjaðu at bora eftir olju, vóru supply-skipini her
einar 2-3 ferðir um vikuna, men í ár og í fjør hava færri supply-skip verið her.
Hann vísir á, at aftrat hesum koma so øll fiskiskipini, sum hvørja einastu viku verða landaði hjá Føroya Fiskavirking og Beta, og tey eru mong gjøgnum eitt heilt ár.
- Onnur skip koma eisini higar til umvælingar og nýgerð, sigur Hjalmar.

Byggja kai

Hann veit annars at siga, at bryggjan frammanfyri Føroya Fiskavirking í løtuni verður breiðkað norðureftir við umleið 10 metrum. Longdin av bryggjukantinum, ið verður breiðkaður, er 60 metrar.
- Hetta er tann gamla bryggjan, sum nú verður breiðkað. Tá ið arbeiðið er liðugt móti vári, verða 55 metrar av kaisíðu eftir, sum framvegis er hin gamla bryggjan.
Hjalmar sigur, at tað er MT-Højgaard, sum gera arbeiði, og sum teir hava skilt, gongur væl. Teir vænta nevniliga at verða lidnir fyri ætlaðu tíðina, ið er 1. mars komandi ár.
Umsjónarmaðurin sigur annars, at tað gongur yvirhøvur væl at avgreiða tey mongu skipini, sum vitja Runavíkar Havn um dagarnar.
- Jú, eg haldi, vit hava góðar umstøður og við teimum betringum, sum verða framdar, verða umstøðurnar uppaftur betur, sigur Hjalmar Lamhauge at enda.