1800 føroyingar aftur til arbeiðis

LØGTINGSVAL Høvuðsmálið hjá Miðflokkinum verður at fáa føroyingar aftur til arbeiðis

- Samstundis sum 1800 føroyingar ganga arbeiðsleysur, lata vit okkara fiskatilfeingi fara á útlendskar hendur.
Hetta staðfesti Miðflokkurin, tá ið hann í gjáramorgunin kunngjørdi, hvørji mál, flokkurin fer at leggja dent á eftir eitt eftir løgtingsvalið.
Hetta er ein støða, sum Miðflokkurin vil góðtaka.
Tí verður tað eitt krav frá Miðflokkinum eftir valið, at tiltøk verða sett í verk so at alt fiskatilfeingi, sum føroyingar eiga, skal avreiðast í Føroyum til føroysk fiskafólk at arbeiða.
Kemur flokkurin í eina støðu eftir valið, at hann verður við í eini samgongu, fer tað at vera eitt krav til samgonguna.

Sorgarleikur
Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, heldur, at tað, sum hendi í makrelfiskiskapinum í summar, var ein sorgarleikur.
- Vit avreiddu okkara makrel til kinesarar og aðrar útlendingar at arbeiða, samstundis sum 1800 føroyingar ganga arbeiðsleysir.
Miðflokkurin fer eisini at krevja, at tiltøk verða sett í verk so at alt fiskatilfeingið verður gagnnýtt.
- Sum er brúka vit bara flakið, men tað er bara ein lítil partur av einum fiski.
- Tað eru enntá tey, sum tvíhalda um, at slógvi, skræðan og innvølirnir hava størri virðið enn sjálvt flakið.

Almennur stuðul
Jenis av Rana sigur, at tískil má gongd fáast á vinnur, sum kunnu gagnnýta innvøl, slógv og skræðu á fiskinum.
- Krevur tað almennan stuðul fyri at fáa gongd á tað, eiga vit eisini at vera til reiðar til tað, bæði hvat íløgustuðuli og íverksetarastuðuli viðvíkur, sigur Miðflokkurin.
Jenis av Rana heldur ikki, at tað er at skerja frælsið hjá vinnuni, at krevja, at allur fiskur skal avreiðast til føroysk virki ístaðin fyri at tey sleppa at avreiða har prísurin er bestur.
- Fær vinnan greiðar politiskar karmar at arbeiða innan fyri, ivist eg ikki í, at hon fer at megna at skipa seg.
- Men tá ið viðurskiftini eru so óskipað, sum tey eru, er tað eyðsæð, at fiskurin verður avreiddur har, tað er lættast og skjótast at fáa pening fyri hann.
Miðflokkurin vil ikki seta beinleiðis forboð fyri at fiskur verður avreiddur uttanlands.
- Men skip, sum avreiða uttanlands, skulu missa fiskidagar afturfyri, sigur Jenis av Rana.
Les eisini greinina: Kunnu spara eina milliard og greinina: Fólkaatkvøða um blokkin úr Danmark.