Kunningarstovan í Klaksvík upplýsir, at allir ferðaseðlar nú eru bílagdir til túrin hjá Smyrli til finaluna um løgmanssteypið, og harafturat standa fleiri á lista, um so er, at okkurt pláss verður tøkt.
Nú er greitt, at tað verður ein fullsettur Smyril, sum fer av Klaksvík til Havnar til finaluna um løgmanssteypið leygardagin 27. august.
Hóskvøldið 7. juli fekk Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fráboðan frá teimum á Kunningarstovuni í Klaksvík um, at nú eru tey liðug at gjøgnumganga allar teir hundraðtals teldupostarnar, sum tey hava fingið frá spentum KÍ-fjepparum, sum ynskja at taka túrin við Smyrli til og frá finaluni millum KÍ og Víking.
Sum vera man, so fegnast borgarstjórin um dyggu undirtøkuna.
– Tað var seinasta fríggjadag, at vit fingu avtaluna upp á pláss við Strandferðsluna, og sum eg skilji á Kunningarstovuni, so vórðu tey 975 plássini umborð á Smyrli rivin burtur beinanvegin um vikuskiftið. Tað hevur sjálvsagt tikið sína tíð hjá teimum at komið ígjøgnum mongu teldupostarnar, og sum støðan er nú, so standa 181 á bíðilista, so eftirspurningurin er stórur, sigur Jógvan Skorheim.
Navn skal upplýsast til hvørja einstaka billet
Kunningarstovan í Klaksvík upplýsir, at øll, sum higartil hava bílagt sær billet, hava fingið svar.
Tey rokna við at fáa ferðaseðlarnar norður 18. juli, og tá verður byrjað at útflýggja hesar til tey, sum hava fingið pláss við Smyrli.
Í hesum sambandi leggja tey á Kunningarstovuni dent á, at øll nøvn skulu upplýsast til hvønn einstakan ferðaseðil. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at fólk einans keypa ferðaseðil til egna nýtslu, og at eingin leggur billettir undir seg til at selja víðari.