182.242,30 kr til Bót til bata

Sølan av smáu ljósareyðu sloyfunum, sum í fjør kundu keypast ígjøgnum Kvinnu, er nú gjørd upp. Avkastið var 182.242,30 kr. Á tíðindafundi í miðlahúsinum í morgun var kunngjørt, at sølan av smáu ljósareyðu sloyfunum, sum í fjørheyst kundu keypast við at lata 30 kr eyka fyri eitt av Kvinnubløðunum, tilsamans góvu 182.242,30 kr. Allur peningurin, sum kom inn, fór óskerdur til Bót til bata, ið er stuðulsfelagið hjá krabbasjúkum í Føroyum.

Heidi Hvidbro, ið er forkvinna í Bót til bata, sigur, at 130.000 kr av peninginum er markaður til gransking innan bróstkrabba. ? Enn er eingin granskari í Føroyum, men meiri pening vit fáa inn, betri eru útlitini fyri, at onkur hættar sær undir stóra granskingararbeiði, sigur Heidi. ? Vit seta nøsina upp ímóti, at vit kunnu fara undir granskingararbeiðið um eini 5 ár, sigur hon. Restin av pengunum, tvs 52.242,30 kr, fer til ymiskt annað arbeiði fyri brótskrabbasjúklingar.