183 ár við ongum wc

Nú fær Sands kirka ein snøggan wc-bygning, sum stóð reistur í vikuni.

Núverandi kirkja á Sandi varð vígd í 1839, men øll hesi ár - ella í 183 ár - hevur einki wc verið knýtt at kirkjuni. 

 

- Kirkjan er eitt satt prýði fyri bygdina. Hon er ein dýrgripur sum flestu borgarar eru stoltir av og góðir við.

 

Soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu. 

 

Lagt verður aftrat, at undanfarna kirkjuráð setti sær fyri, at kirkjan skuldi fáa eitt wc.

 

- Loksins og eftir 183 ár er ein wc-bygningur nú reistur, og Sands kommuna fegnast um framstigið.

 

Tað er Emil Simonsen á Sandi, sum stendur fyri hesi verkætlan fyri Sands kirkju.