188 nýggir covid-19 tilburðir í Noregi

Miðaltalið av nýggjum smittutilburðum í Noregi seinastu sjey dagarnar hevur verið 239 um dagin. 

 

 

Seinasta samdøgur eru staðfestir 188 nýggir smittutilburðir við covid-19 í Noregi. Tað er heili 272 færri enn sama dag í síðstu viku.

 

Hyggja vit eftir sjey teimum seinastu døgunum, hevur miðaltalið av nýggjum smittutilburðum verið 239 um dagin. 

 

Í vikuni fyri var miðaltalið um dagin 344. Tað merkir, at smittutølini í Noregi í løtuni eru lækkandi.

 

Stívliga 1,8 miljónir fólk hava fingið fyrru koppseting, og sløk 1,2 miljónir hava fingið bæði fyrru og seinnu og eru soleiðis liðugt koppsett.

 

Týsdagin lógu 61 fólk við koronu á norskum sjúkrahúsum, og tað er ein sjúklingur minni enn dagin fyri.

 

Í Noregi eru tilsamans 784 fólk deyð av - ella við - koronu. 58,4 prosent av teimum, sum lótu lív, vóru 80 ár og eldri. Í aldursbólkinum yngri enn 50 ár eru 17 fólk deyð.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi.