Svimjing
14 ára gamli havnardrongurin var nógv mest vinnandi svimjarin í Klaksvík.
Hann vann allar kappingarnar sum hann tók lut í í Klaksvík – 16 persónligar og 3 stafettir íalt 19 gullmedaljir – eitt satt bragd, sum bara heilt fáir svimjarar áður hava megnað undan honum.
Magnus hevur hesi árini hann hevur svomið, mest gjørt seg galdandi í ryggsvinjing. Hóast við rygg sum sergrein, hevur hann miðvíst arbeitt við at menna hinar greinarnar eisini.
Hesa kappingina vísti tað seg, at tað var tað sama um hann um hann svam langt ella stutt 50 frí, 200 bringu ella 800 frí – hann vann, tað sum var at vinna.
Hann vann í Klaksvík 19 gull og svam seg til 9 persónligum met.
Hann hevur í dag 2 bestu tíðir í danska kongaríkinum 50 rygg við tíðini 28.8 og 100 rygg við tíðini 1.00.68. Somuleiðis hevur hann 3 pláss í 200 rygg við 2.15.35 og fleiri aðrar góðar plaseringar.