Seinnapartin í dag hava kvinnurnar, sum koma saman í dagtilhaldinum á Vesturskin á Toftum, handað nýggja viðgerðarheiminum hjá Bláa Krossi á Nesi, 19 seingjateppir, sum tær hava bundið.
Tað eru nøkur ár, síðan dagtilhaldið á Toftum læt upp. Tilhaldið er serliga ætlað pensiónistunum í Nes kommunu, har tey kunnu koma saman til hugna og ymiskt handaligt arbeiði.
- Í byrjanini møttu eisini mannfólk upp, men síðani Undirhúsið læt upp fyrst í 2012, eru tað kvinnurnar, sum nú møta í dagtilhaldinum, meðan mennirnir hugna sær Undirhúsinum.
Tað siga tey á Toftum.
Lagt verður aftrat, at kvinnurnar, sum eru millum 15 og 20 í tali, eru millum 68 og 88 ára gamlar, og tær skipað sjálvar fyri.
- Umframt at tær binda nógv, spæla tær eisini ymisk spæl, eitt nú er boggia og bingo ofta á skránni. Eisini hava tær andaktir og sangløtur. Ein drekkamunnur er altíð at fáa, og kvinnurnar skiftast um at hava okkurt bakilsi við.
Av Toftum verður sagt, at kvinnurnar eru óførar at binda. Tað er Maria Rasmussen, sum eigur hugskotið at binda seingjateppir til nýggja viðgerðarheimið hjá Bláa krossi á Nesi.
- Hon setti seg í samband við leiðarin á viðgerðarheiminum, Olgu Magnussen, sum eisini helt hugskotið vera gott. Síðani í mai 2013 hava kvinnurnar bundið 19 seingjateppir.
Lagt verður aftrat, at talan er um bundnar litríkar puntar, sum eru samansettir. Einki av teppunum er eins.
- Á heiminum eru 14 sengur, so nøkur teppir eru til at taka. Umframt at tógv er komið frá Blákrossbúðunum í Havn og í Saltangará, hava kvinnurnar sjálvar eisini latið tógv til, verður sagt av Toftum.
Myndina av kvinnunum í dagtilhaldinum á Vesturskin, sum hava bundið tey 19 seingjateppini, eigur Nes kommuna.