191 m­i­ó til part­a­eigarar

Bakkafrost hevur havt aðalfund, og árs­rokn­skapurin fyri 2010 varð góðkendur.??

Úrslitið er áljóð­andi 259 milliónir krón­ur eftir skatt, og hev­ur sam­takið eina eg­in­­ogn á 902 milliónir krón­ur við árslok 2010.
Aðalfundurin sam­tykti at gjalda út vinn­ings­býti upp á 3,91 krónur fyri hvørt parta­brævið, svarandi til DKK 191 milliónir í alt.
Aðalfundurin sam­tykti eisini, at teir nevnd­ar­limirnir, sum stóðu fyri vali vóru aft­ur­valdir í eitt 2 ára skeið. Teir vóru Rúni M. Han­sen, Annika Fred­er­iks­berg og Odd Eli­asen. Rúni M. Hansen varð vald­ur at halda fram sum nevnd­ar­for­mað­ur. Hin­ir nevndarlirnir eru Jo­hannes Jensen, Virg­ar Dahl og Trine Sæth­er Romuld.
Í valnevndina stóðu Hans Jacobsen, Tumm­as Eliasen og Bergur Poulsen fyri vali og vóru teir afturvaldir í eitt 2 ára skeið.
Harafturat varð samtykt, at nevnd­in í Bakk­afrost fekk heimild til, vegna felagið, at keypa upp til 10% í eg­num partabrøvum og at hækka parta­pening felagsins við upp til 4.800.000 partabrøvum nomi­nelt.