Her mugu vit ásanna, at framstig eru hend, tí í 1992, tá kvæðakempur, sum í mong ár høvdu dansað so lystiliga um gullkálvin, brádliga tagdu, og dansiringurin varð slitin, komu uttanveltaðir serfrøðingar frá IMF óbodnir at kanna trotabúgvið Føroyar, meðan vit nú í 2002 fáa at vita frá hægsta tindi, at vit mugu biðja serfrøðingar frá OECD gera regluligar kanningar um støðuna í okkara landi; - og soleiðis sum lesarabrævið hjá landsstýrismanninum í lógarmálum er formulerað, skilja vit, at høvuðsorsøkin til at biðja um hesa hjálp úti í stóru verð er, at í løgtinginum er stórt tvassarí, har rópt verður í eystur og svarað í vestur.
Álvarslig og ikki sørt ræðandi orð frá okkara varaløgmanni.
Hetta "frálíka og neyðuga" uppskot inniber m.a., at uttanveltaðir serfrøðingar skulu gera eina "rating" (hvussu tað so skal skiljast) av føroysku uttanlandsskuldini, men ikki verður sagt, at landskassans millióna skuld til føroyskar stovnar v.m. eisini skal "ratast".
Flest øll vita, at landskassans milliarda skuld til Týskland, Schweiz og onnur lond varð umskipað í 1993 til lán úr ríkiskassanum - p.t. 4.2 milliardir (5% p.a.) har av ein hálv milliard er rentu og avdráttarfrí - og tað má tí vera lánið úr ríkiskassanum, sum OECD við "rating" skal geva okkum eina neyðuga serkøna hjálpandi hond ?
Landsstýrismaðurin vil vera við, at ikki fyrr enn í 1999 "fingu vit dagførdar roknskapir fyri landskassan", og at áðrenn tað kom roknskapurin "ikki fyrr enn nógv ár seinni". (Undirstrikað av HM).
Hetta er ósatt, og landsstýrismaðurin hevur ætlandi ikki lisið landskassans ársroknskap 1990, har (á síðu 1) m.a. er tilskilað: "Í undanfarnu árum er landskassans ársroknskapur prentaður og útgivin 8 til 12 mánaðar eftir fíggjarárslok, Á mangan hátt hevur tað verið óheppið, at landskassans ársroknskapur hevur verið gamal, tá ið hann er farin til prentingar, - hann hevur m.a. mist nakað av tí politiska aktualitetinum.
Við nýggjum amboðum og broyttum reglugerðum er gjaldstovan nú før fyri at fáa ársroknskapin frá hondum og prentaðan 5 mánaðar eftir árslok".
Í greinini hevur landsstýrismaðurin í lógarmálum sett upp 7 høvuðspunktir, ið OECD skal hjálpa okkum at fáa svar upp á. Í einum av punkt-unum verður spurt nakað soleiðis: Hvør er munurin millum búskapin og búskaparpolitikkin í dag og í 80-unum, tá allur blokkurin varð brúktur, og eingin skuld varð goldin ?
At allur blokkurin í 80-unum varð brúktur til tað, ið hann var og er ætlaður til, nevniliga sjúkrahúsverkið, almannaverkið og skúlaverkið er ikki meira enn sjálvsagt.
Frá l. januar 2002 varð skúlaverkið yvirtikið, og sum vituligt er, so varð tann parturin av blokkinum, sum viðvíkti skúlaverkinum, tá tikin úr blokkinum.
Men tá ið landsstýrismaðurin kunngerð, at landskassin ikki rindaði sína skuld í 80-unum, so er eisini tað heilt burtur við.
Í 80-unum vórðu øll landskassalán goldin, so hvørt terminsgjøldini fullu til gjaldingar, og tað er meira enn, hvat sigast kann um tað einsamalla gjaldførislánið uppá 300 milliónir, sum landskassin tók miðskeiðis í 90-unum. Tað er fleiri ferðir fallið til gjaldingar og hvørjaferð endurnýggjað.
Um nakrar vikur verður tað óivað aftur endurnýggj-að ?
Í bóklinginum "Frá heimastýri til fullveldi", sum landsstýrið gav út 2000, fingu vit at vita (síðu 26), at búskaparfrøðingar vóru av teirri áskoðan, at løtan var tann rætta at fara undir at byggja upp ein sjálberandi búskap, tí minni enn ein triðingur av tí danska stuðulinum verður brúktur í samfelagnum, og at restin skal goymast og nýtast, um búskapurin verður fyri afturgongd. Lesa vit landskassans roknskapir 1998-2001, síggja vit, at í hesum tíðarskeiði hevur landskassin fingið
-úr ríkiskassanum ???????3.921 milliardir
-meirinntøkur í skatti og gjøldum (§ 50.52)
íroknað 392 mió. frá Fíggingar-
grunninum ?????????? 1.446 "
Hvussu hevur so hendan goymda uppsparingin hilnast? - Tað duga óivað øll at rokna út, tá ið vit fáa at vita, at innistandandi í Landsbankanum í umrødda tíðarskeiði er økt við 1.368 mia. - Kanska søgan "Konen med æggene", sum H. C. Andersen skrivaði, rennur onkrum í hug ?
Tá ið teir OECD serkønu fara at blaða í okkara almennu roknskapum, verða glómur í teimum eitt nú av landskassans standardkonto: Lønir v.m., sum uppá 4 ár er økt við 49% og Landsbankans konto: Starvsfólkakostnaður, sum í sama tíðarskeiði er økt við 72%.
Látur er hóast alt betri enn grátur. Maðurin, sum vildi vita, hvussu orðið OECD skuldi skiljast, fekk svar frá einum hittinorðaðum. Tað er eitt samtak á høgum stigi:
Opera Elysium C Dur við halleluja kóri.