2.000 amerikanarar falnir í Afghanistan

Talið á amerikonskum hermonnum, sum hava latið lív í Afghanistan, er nú komið upp á 2.000. Tað skrivar New York Times í dag. Tað sermerkta er, at tað gingu níggju ár, til USA hevði mist 1.000 hermenn í Afghanistan, men at aðrir 1.000 eru falnir teir seinastu 27 mánaðirnar.

Sambært verjumálaráðnum vísa tølini, at bardagarnir eru harðnaðir, síðani Barack Obama, forseti, gjørdi av at senda 30.000 hermenn afturat til Afghanistan í 2010. Uppgerðin hjá herinum vísir eisini, at helmingurin av hermonnunum eru falnir í Kandahar ella Helmand.

Í seinastuni hava afghanar í hermannabúna fleiri ferðir søkt at amerikonskum hermonnum, og teir seinastu fjúrtan dagarnar eru níggju amerikanskir hermenn falnir í tílíkum álopum. Hesi sokallaðu insider-álopini hava sett spurnartekin við, um afghanar eru førir fyri at taka við landsins trygd við árslok í 2014, soleiðis sum Obama hevur kravt.

Álopini hava eisini fingið avvarandi hjá hermonnunum at spyrja, um verjumálaráðið ger nóg mikið fyri at verja hermenninar ímóti álopum frá teirra sameindu, skrivar New York Times.