Heilsumyndugleikarnir í Haiti siga nú, at kolerasjúkan hevur nú kravt meiri enn 2.000 mannalív, og at næstan 90.000 fólk eru smittað. Sjúkan hevur nú gingið í seks vikur, og tær seinastu kanningarnar hjá myndugleikunum vísa, at hon hevur breitt seg sera skjótt í seinastuni, og at talið á deyðum veksur skjótt.
Sambært teimum seinastu tølunum eru 2.013 fólk deyð av sjúkuni síðani síðst í oktober, og myndugleikarnir hava skrásett 88.789 smittutilburðir.
Serfrøðingar hjá ST ivast í hesum upplýsingunum. Teir halda, at sjúkan hevur helst kravt munandi fleiri mannalív, enn uppgerðin hjá myndugleikunum vísir.