2.150 fiskidagar afturat

Fyrr í kvøld samtykti Løgtingið at hækka dagatalið hjá bólki 5b við 2.150 døgum, úr 3.552 upp í 5.702 fiskidagar

25 atkvøður vóru fyri, tvær ímóti og eingin var blonk.

Sostatt kunnu bátarnir í hesum bólkinum, nú fara aftur at fiska.

Hetta var samstundis seinasti tingfundurin í hesi tingsetuni.

Løgtingsval verður leygardagin 31. august.