Tað gekk munandi betur í norska búskapinum í 2010 enn árið fyri. Hagtølini fyri 2010 vísa, at í fjør vaks búskapurin 2,2 prosent samanborið við 1,3 prosent afturgongd í 2009. Seinasta ársfjórðing í fjør var vøksturin 0,3 prosent.
Stjórnin í oslo hevur sagyt, at hon væntar, at búskaparvøksturin verður 3,3 prosent í hesum árinum, 3,8 prosent næsta ár og 3,6 prosent í 2013. Tað er vert at hava í huga, at inntøkur av olju, gassi og skipabygging eru ikki roknaðar upp í hesar metingarnar hjá stjórnini.
Arbeiðsloysið í Noregi fer at liggja um um 3,6 prosent í ár, men stjórnin væntar, at tað fer at minka so líðandi, og at tað verður 2,6 prosent í 2014.