TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fótbóltspanelið, sum var í SportBoxini á Rás2 seinnapartin.
Gestur í dag var litríki skotski høvuðsvenjarin hjá Víkingi, Maurice Ross. Saman við vertinum, Tróndi Arge fóru teir ígjøgnum fótbóltslívið hjá Maurice, sum bæði yrkisspælari og sum venjari.
Fyrstu ferð Maurice Ross var í Føroyum var tá hann 7. september í 2002 spældi ein av sínum 13 A-landsdystum, sum hann spældi fyri Skotland fyrst í øldini. Mótstøðuliðið henda dagin vóru Føroyar, sum við einum rimmar avriki skelkaði skotska liði, og var á odda 2-0 tá bert eitt korter var farið av dystinum. Maurice Ross viðgongar, at hann og liðfelagarnir vóru hepnir at sleppa av Svangaskarði við einum 2-2 javnleiki. Tann eini liðfelagin á skotska landsliðnum gjørdist nipin, tí hann hevði sett 600 bretsk pund uppá ein skotskan sigur hjá einari veddingarfyritøku. - 2-2 javnleikurin á Svangaskarði var ein skelkur fyri okkum skotar, viðgongur Maurice Ross.
Maurice Ross greiðir frá, at tað var ein mentanarskelkur at koma til Føroya tá, og síggja seyð á takinum á Hotel Føroyum í Havn, men síðani hevur hann lært at virðismeta tað góða og serliga ein kann uppliva í Føroyum, sum menniskja og sum venjari.
Maurice Ross fortaldi um síni ár í Glasgow Rangers, Millwall og í Wolverhampton. Eisini royndi hann seg eitt skiftið í Turkalandi.
Hann hevði brúk fyri einum starvi og einari avbjóðing, tá TB/FCS/Royn sendu boð eftir honum, og hann er glaður fyri, at hann tók av møguleikanum. Hann innsá tíðliga, at Suðringar máttu spæla primitivan fótbólt fyri at yvirliva, og tað eydnaðist eisini.
Hann hevur sum mál at vinna FM við Víkingi, men hann torir ikki at lova nakað FM-heitið. Maurice Ross hevði eisini eitt tilboð frá NSÍ, sum eisini er eitt felag hann hevur stóra virðing fyri.
Avbjóðingin í Champions League undankappingini við Víkingi var eisini ógvuliga tiltalandi, tá hann tók avgerð um, at hann skuldi gerast venjari í Sarpugerði.