2/3 gerast frísk av krabbameini

Aðalskrivarin í norska Krabbameinsfelagnum, Anne Lise Ryel, sigur, at alsamt fleiri gerast frísk av krabbameini.

- Vit síggja, at granskingin hevur gjørt og framvegis ger stór framstig. Yvir langa tíð er bygd upp ein vitan og eitt størri forstáilsi fyri krabbameini og um orsøkirnar til, at summi gerast sjúk.

Hon sigur, at í dag yvirliva 2/3 av teimum, sum gerast rakt av krabbameini, sjúkuna.

- Tað týdningarmiklasta er, at viðgerðin í størri mun verður tillagað einstaka persóninum, sum gerst sjúkur, sigur Anne Lise Ryel.

Hon leggur aftrat, at viðgerðin snýr seg um kompleksitetin í sjúkuni, tí ílegu-feilirnir, sum geva krabba, eru so ymiskir, tó at sjúkutilburðirnir eru teir somu.

- Tað er ílegusamansetingin, sum er týdningarmikil, og hvørt einstakt menniskja er unikt við síni krabbasjúku.

Meðan nógvir krabbameinssjúklingar fáa eitur, tí man veit, at tað hjálpir ávísum sjúklingum, fer í framtíðini at verða roynt at finna fram til, hvørjir sjúklingar ikki skulu hava eitur.

- Tað er soleiðis, at nógv fleiri enn tey, sum fáa nyttu av hesum eituri, fáa viðgerðina, men nú síggja vit fram til, at sjúklingar, sum eiturið einki nyttar til, sleppa undan hesi viðgerð.

Anne Lise Ryel sigur, at tað, sum er avgerandi, er, at krabbameinssjúklingar fáa røttu viðgerðina skjótast gjørligt.

Aðalskrivarin í norska Krabbameinsfelagnum sigur, at talan er ikki bara um eitt gjøgnumbrot innan viðgerð av krabbameinssjúklingum, men fleiri.

- Vit síggja, at teinurin millum gransking og viðgerð styttist, og úrslitið er, at altsamt fleiri yvirliva krabbasjúku, meðan onnur liva longri og kunnu hava eitt gott lív, leggur hon aftrat.