Leygardagin var Finnur Fríði á Tvøroyri við umleið 1300 tonsum av sild, og sama dag var Fagraberg - eisini við 1300 tonsum av sild - á Kollafirði.
Bæði skipini royndu hendan túrin í føroyskum sjógvi. Tað er stór sild, sum skipini fáa. Støddin hendan túrin lá um 380 gram.