Fýra ára kríggj í Irak hevur kostað amerikonsku skattgjaldarunum 2.800 mia. krónur. Hóast talið er stórt, kostar Irak-kríggið minni enn eitt prosent av amerikonsku bruttotjóðarframleiðsluni. Til sammetingar kann nevnast, at Vietnam-kríggið kostaði heilt upp í 14 prosent av táverandi bruttotjóðarframleiðsluni og Korea-kríggið 9 prosent.
Amerikanskir búskaparfrøðingar siga, at tann stóri trupulleikin er ikki, at Irak-kríggið hevur kostað 2.800 mia. krónur, men at útreiðslurnar eru fíggjaðar við at økja almenna hallið. Ikki fyrr enn næsta ár koma útreiðslurnar í ta vanligu fíggjarlógina.
Summar útrokningar siga, at Irak-kríggið fer at kosta USA meiri enn eina billión dollarar, tá útreiðslurnar til særdar hermenn verða roknaðar uppí.