2 daga leikbann til Ferguson

Aftaná dystin í Premier League tann 1. november millum Manchester United og Hull City fór United-venjarin, Sir Alex Ferguson yvir til dómaran, Mike Dean fyri at fortelja honum nakrar sannleikar. Men tað skuldi Alex Ferguson ikki gjørt. Mike Dean kærdi atburðin hjá Alex Ferguson til enska fótbóltssambandið, og kjaftaslitið hevur nú fingið avleiðingar fyri skotska venjaran. Alex Ferguson hevur fingið 2 daga leikbann. Talan verður um dystirnar ímóti Blackburn í Liga Cup kappingini, og ímóti Sunderland í Premier League. Umframt leikbannið, so fær Alex Ferguson eina bót uppá 10.000 krónur.