Eitt satt brak av einum flogbóltsdysti. Øðrvísi kann tað illa sigast, um tosað verður um hálvfinaluna í mansflogbólti millum Føroyar og Rhodos. Ein dystur, har fremsta dygdin hjá okkara monnum var, at teir dugdu at halda høvdinum kalt, tá mest stóð á. Eisini hóast spælt varð í eini høll, har hitastigini hendan dagin mundu fara upp um tey 30.
Bermuda-minni
At talan var um sterka mótstøðu, stóð skjótt greitt. Rhodos-búgvarnir vóru munandi betri fyri, enn nakað av hinum mótstøðuliðunum hjá okkara hava verið, og teir megnaðu væl at leggja trýst á føroysku spælararnar.
Fyrstu longu løtuna tóktust okkara tó hava tamarhald á støðuni. Og tá teir gagnnýttu næsta settbóltin, var hetta ikki meira, enn Føroyar høvdu uppiborið.
Men tað skuldi tó blíva nógv truplari enn sum so. Næstu settinin fekk Rhodos í nógv størri mun skil á sítt spæl. Teir dugdu betri at stilla blokkin, soleiðis at føroysku smashini ikki fóru reint inn, og í báðum settunum mest sum tjóvstartaðu teir seg fram um við nøkrum stigum, áðrenn føroysku spælararnir komu við.
Avgerandi munurin millum liðini kom tó til sjóndar miðskeiðis í næsta settinum. Rhodos var á odda 14-10. Og teir øktu til 15-10, tá Jón Nielsen var mest sum ov provokerandi, eftir at hann fyrst hevði lobbað frekt upp um blokkin.
Frustratiónir hómaðust á føroyska liðnum. Og tað var ikki frítt, at tankarnir leitaðu tvey ár aftur til taptu hálvfinaluna móti Bermuda. Eitt lið, sum kanska ikki var eins sterkt, sum tað hjá Rhodos, men ein dystur, har føroyska spælið púrasta fall frá hvørjum øðrum.
Fokus stóð rætt
Kanska lúrdi tann vandin, men hann var skjótt manaður í jørðina. Og ilskaðust fólk inn á Jón, so var tað honum skjótt fyrigivið. Við fimm kanón-servum á rað trýsti hann móttøkurnar hjá Rhodos í botn, og áðrenn nakar vardi, vóru Føroyar á odda 19-17.
Og tað megnaðu hinir ongan tíð at taka aftur.
Vunna settið gjørdi, at tað var eingin vanlukka, at Rhodos tók triðja settið. Aftur hesa ferð við at leypa avstað, og tvær ferðir á rað lovaðu teir altso ikki okkara aftur í dystin.
At fokus hjá føroysku spælarunum stóð á spælinum, heldur enn ikki meira enn meðal-góðum dómarunum, varð aftur prógvað fjórða og seinasta settið. Hesa ferð fylgdu vit annars við frá byrjan. Men tankar um heita høll og vantandi føroysku orku komu fram, tá Rhodos við eitt leyp trý stig framum. Okkurt av stigunum enntá eftir meira enn ivasama dómaraavgerð.
Við støðuni 13-16 vóru tað tó heimamenninir, sum fingu ein dóm ímóti sær, og so gekk heilt galið. Ein – kanska besti – spælari hjá Rhodos skræddi sína egnu troyggju í frustratión. Onkursvegna lótu dómararnir vera við at vísa manninum burtur fyri hetta, men tað var nú heldur ikki neyðugt. Báðir stjørnuspælarar teirra skeldaðust somikið óført, at venjarin vildi hava teir út, og meðan teir framvegis nýttu orku til dømingina, nýttu føroyingar hana á vøllinum.
Úrslitið av øllum hesum varð, at føroyingar brádliga høvdu tveir dystarbóltar, og tann seinna av hesum nýttu teir so eisini til fulnar, tá Rúni smashaði sigurin heim.
Og so gekk heilt galið hjá heimaliðnum. Dómarin varð kroystur inn móti netinum og hóttur við bæði líkum og ólíkum. Somikið illur var liðskiparin hjá mótstøðuliðnum, at hjálparfólk máttu nærum bera hann burtur. Og tá dómarin eina sigarett eftir dystin gekk úr høllini, var tað við trimum løgreglumonnum aftan fyri seg.
Alt hetta mundu okkara spælarar tó ikki sansa. Og gjørdu teir tað, so var tað við vissuni um, at hesa ferð vóru tað teir, sum vóru teir klókaru.