20 fólk doyðu, tá fangar í einum fongsli í meksikanska býnum Matamoros gjørdu uppreistur í gjár. Býurin er tætt við amerikanska markið. 12 fólk fingu skaða.
Meksikonsku fjølmiðlarnir skriva, at uppreisturin byrjaði við, at nakrir fangar komu til ilnar. Sagt verður, at alt ov nógvir fangar eru í teimum meksikonsku fongslunum, og at tað er orsøkin til samanbrestir millum fangarnar.
Uppreisturin í Matamoros-fongslinum er ikki tann fyrsti av sínum slagi í ár.