Tað eru somu eigarar, sum í dag eiga fyrrverandi Atlantis og stóra fiskavirkið í Vestmanna, sum í fleiri ár var ein krumptappur innan fiskaframleiðslu í Vestmanna.
Felagið Atlantis er ikki til meira, og tað er gamla felagið, sum átti fiskavirkið, heldur ikki.
Felagið, sum í dag eigur og rekur virksemi á fyrrverandi Atlantis og partvís á fyrrverandi fiskavirkinum, kallast Vestmanna Seafood, og her er Eyðun Olsen stjóri.
Fyrrverandi Atlantis er eitt uppsjóvarvirki á sama hátt, sum stóru virkini í Kollafirði, Tvøroyri og nú eisini í Fuglafirði, men virkið hjá Vestmanna Seafood er kanska bara ein tíggjundapart av teimum stóru virkjunum.
Eyðun Olsen sigur, at virkið í heyst hevur keypt og fryst millum 1500 og 1600 tons av makreli.
- Vit hava keypt rávøruna frá teimum skipum sum fiska makrel. Í fleiri førum hava vit keypt partar av lastum, men tá nøgdirnar ikki hava verið so stórar, hava vit eisini keypt heilar lastir.
Hann vísir á, at Vestmanna Seafood hevur eina framleiðsluorku til at keypa og frysta í mesta lagi 200 tons av makreli í senn.
Vestmanna Seafood hevur meginpartin av sínum virksemi í bygninginum, sum áður var Atlantis.
- Vit hava eisini eina rímiliga stóra frystiorku, men vit brúka eisini frystiorkuna á gamla fiskavirkinum, tá á stendur.
Eyðun Olsen sigur, at ætlanin hjá Vestmanna Seafood er eisini at keypa og frysta sild, tá skipini fara á sildaveiði.
- Hvussu verður við svartkjaftinum, tá vit koma út í 2015, dugi eg einki at siga um enn, men hetta veldst ivaleyst eisini um, hvussu marknaðarstøðan tá verður.
Stjórin sigur, at eini 20 fólk eru knýtt av virkseminum hjá Vestmanna Seafood, og hetta er fyri tað mesta fólk úr nærumhvørvinum.
- Arbeitt verður í tveimum vaktum, sum eru á 12 tímar hvør. Vanliga eru heldur fleiri fólk til arbeiðis á dagvaktini enn á náttarvaktini, sigur Eyðun Olsen.